Eginleikar hjá mikrofibur
Mikrofibur er ein blandingur av polyester og polymid. Støddin av biosolfibrunum er 1/200 part av einum hári og kann súgva umleið 7 ferðir sína egnu vekt av vætu og skitti.
Tá mikrofibruvørurnar blíva vaskað við minst 60 gradum, lata fibrini seg upp, og skitturin verður vaskaður úr.
Tað, sum eyðkennir teir turru klútarnir, moppurnar, handkløðini og viskustykkini hjá Biosol, eru hesi serligu spaltaðu ultra fínu mikrofibrini. Vørurnar úr mikrofibrunum eru úr polyester/polyamid og eru jaliga lødd. Dustur og turrur skittur er neiliga lødd. Tá hetta verður aktiverað, virkar hetta sum elektrostatiskur og kann samanberast við magnet.
Tá mikrofiburvørurnar eru vátar, sýgir vætan og skitturin seg upp í fibrini og hetta ger, at skitturin flytir seg ikki víðari til annað stað, men heldur seg fastan í fibrinum til hetta fær eitt vaskimaskinvask við minst 60 gradum.
Mikrofiburvørurnar verða vaskað við vanligum vaskievni. Gjarna umhvørvisvinarligum. Skolievni loka fibrini inni og mikrofibrini missa funktiónina. Skolievni oyðileggur ikki mikrofibrini, men skal vaskast úr nakrar ferð, áðrenn mikrofibrini fáa funktiónina aftur.
Yvirskotslitur kann vera og tí verður viðmælt at vaska litirnir hvør sær í byrjanini. Allar vørur við mikrofibur skuldu við røttu handfaring klárað umleið 200 vask.