Vaskivegleiðingar
Biosol vaskievni er besta vaskievni til Biosolvørurnar. Ein kann væl nýta annað umhvørvisvinarligt vaskievni, men tað verður mælt til at brúka 1/3 av tí vaskievninum.
Klor og annað bleikievni oyðileggur fibrarnar.
Mælt verður eisini til ikki at nýta skolievni, tí tað leggur seg sum ein hinna um fibrarnar. Ein skal vaska Biosol mikrofiburvørurnar nakrar ferðir, áðrenn Biosol mikrofiburvøran virkar optimalt aftur eftir vask av skolievni.
Vaskiráð
Glasklútar, universalklútar og handklæði eiga at vaskast eina ferð, áðrenn tey verða tikin í brúk.
Littir klútar eiga at vaskast hvør sær fyrstu 2–3 ferðirnar, tí eitt sindur av yvirskotsliti kann sita eftir og smitta.
Vørurnar skulu vaskast við minst 60°, men hava tær verið nýttar í køki ella á wc, eiga tær at vaskast við 95° vegna vandan fyri bakterium.
Vørurnar eiga helst at vaskast hvør sær, tí tær savna ló frá øðrum tekstilum. Um hetta verður vaskað saman, eigur ein vaskiposi at verða brúktur.
Mælt verður til
Klútarnir kunnu leggjast í blot við køldum vatni saman við ½–1 dl av eddiksýru, áðrenn teir verða vaskaðir. Hetta hjálpir at varðveita litirnar.
Á henda hátt verður skittur og kalk loyst, samstundis sum klútarnir halda seg mjúkir og smidligir.